OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Yndis sjokoláta kakan

Yndis kakan í løtuni er hendan lekkra “Black Magic Chocolate Cake” við lekkrum sjokoláta mousse.

 

Eg skal líka gera vart við at hettar er ikki mín uppskrift, men eg havi umsett hana frá dk-kogebogen.dk . 

 

Hon er deiliga nemm at gera og so heldur hon sær leingi, ja hon smakkar enntá betri aftaná nakrir dagar í køliskápinum. Síðan eg fyrstu ferð gjørdi hana, verið eg altíð biðin um at gera hana til føðingardagar osv, so nakað væl man hon smakka. Eg eri heilt sikkurt ein av teimun, sum heldur at einki er betri enn ein góð sjokoláta kaka <3

 

Tú skalt brúka :

4,5 dl mjøl

5 dl sukur

2 dl kakao pulvur

2 tsk. natron

1 tsk. bakipulvur

1 tsk. salt

1 tsk. vaniljusukur

2 egg

2,5 dl av kaffi ( gjarna nýbryggja)

2,5 dl mjólk

1,25 dl olju

 

Til sjokoláta kremi:

5 dl pískiróma

2 dl sukur

1 dl. kakao pulvur

 

Soleiðis gert tú :

 

  1. Set ovnin at hita á 175 gradir
  2. Blanda fyrst alt tað turra tilfarið saman og píska síðan restina av tilfarinum í. Píska deiggi við lágari ferð í áleið 2 minuttir soleiðis at alt gerst væl blanda.
  3. Koyr bakipapír í ein rundan form og koyr deiggi í. ( kann sagtans bakast í skuffu eisini, eg plagi at gera dubulta uppskrift um eg skal gera kakuna í eini brandpannu)
  4. Baka kakuna mitt í ovninum í uml. 50 – 60 minuttir.
  5. Tá kakan er kølna heilt gert tú kremi og pyntar kakuna. Kremi gert tú við at píska róma, sukur og kakao pulvur væl saman til saman til sjokoláta mousse/tjúkt krem.
  6. Kakan skal goymast kalt fyri at halda sær betur og tá smakkar hon eisini best.

 

 

Tú gert sjálvandi av sjálv/ur hvussu tú pyntar kakuna – persónliga dámar mær væl at brúka jarðber, Toffeefe og Dumle karamellur, men havi eisini pynta hana við Aero.

 

Enjoy <3

 

 

 

2 Comments
  • AE
    September 21, 2017

    Er hendan mongdin til tveir rundar botnar?