OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Yndis høsnarunga rætturin við kokus

 

Heima hjá okkum elska vit at eta mat úr øllum matmentanum, serliga er tað indiskur og thailendskur matur, sum gagnast okkum væl.  Ein av okkara yndis rættum er hesin “Indiski høsnarunga rætturin við kokus” frá mariavestergaard.dk .

 

Eg havi broytt eitt sindur upp á uppskriftina, soleiðis at hon passar betri til okkum, men grunduppskriftin er tann sama. Marie Vestergaard er heilt sikkur ein av mínum yndis mat bloggarum og uppskriftirar hjá henni eru altíð líka lekkrar og lættar at fylgja.

 

 

Tú skalt brúka :

500g høsnarungabringu

2 várleykir

2 fet hvítleyk

1 dl kokosmjøl

1 reytt chilli

5cm frískt ingifer

1tsk kanel

1 tsk spidskommen

1 tsk nellikar

1 tsk karamummur

Høsnarunga bullionterning

2,5 dl kokosmjólk

4 dl vatn

Olivenolju at steikja høsnarungan í .

 

Verður servara saman við chilli, várleyk, kokus og peanuts/cashewnøtum.

 

 

Soleiðis gert tú :

 

  1. Hakkað hvítleykin og várleykin smátt og svitsa tað í eini grýtu saman við olivenolju á miðal hita.
  2. Hakkað síðan chilli og ingiferð og koyr tað í grýtuna saman við øllum kryddaríinum og kokos.
  3. Lat tað steikja í nakrar minuttir meðan tú rørir eitt sindur í – koyr síðan vatn og bullion terningin í og lat tað kóka upp.
  4. Lat hettar síðan simra undir lok í 10 minuttir.
  5. Í meðan skerir tú høsnarungan smátt og steikir bitarnir á eini pannu við olivenolju, kryddra við eitt sindur av saltið.
  6. Blenda síðan sósina í grýtuni við einum stavblendara til hon gerst jøvn.
  7. Koyr síðan kokusmjólk í sósina og smakka til við salt.
  8. Lat sósina hita spakuliga og rør í, soleiðis at hon ikki skylur.
  9. Koyr síðan høsnarhungabitarnir í, so er klárt at servera saman við rís, chilli, várleyk, peanuts og kokus.

 

 

Vælgagnist <3

No Comments
Leave a Comment: