OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Vilt tú vera við ?

 

 

Hevði tú kunna tonkt tær eina ókeypis mynd av tær og tínum fýrbeinta vini ?

 

Eg havi í longri tíð gingið og hugsa um at gjørt eina foto verkætlan, ið vísir á og lýsir gerandisgleði. Nú havi eg enduliga funni eitt nágreinuligt evnið, ið stendur mínum hjartað nær og ætli mær nú at fara í gongd við verkætlanina.

 

Evnið í verkætlanini er ” Mín besti vinur”, har fokus verður sett á sambandið millum okkum menniskju og djór okkara. Djóralív og djóravælferð er nakað, ið altíð hevur staði mínum hjartað nær – kanska tí eg eri uppvaksin við nógvum djórum rundanum meg og havi síðan eg bleiv fødd verið umringa av bæði hundum, kettum og seyði.

 

Persónliga haldi eg at djór eru send av himli, at gera okkum til betri menniskju, at stuðla okkum treytaleyst, geva óendaligan kærleika,  halda okkum í form og hjálpa okkum ígjøgnum truplar tíðir. Hevur tú ein fýrbeintan vin, hevur tú ein vin, ið hevur eittans eitt endamál og tað er at gleða teg.

 

Endamálið við verkætlanini er at lýsa hettar treytaleysa sambandið við myndum.

Stílurin verður nakað tann sami sum á myndini í hesum innlegginum.

 

Um tú hevur hug at vera við í hesi verkætlan ert tú meir enn vælkomin til at senda mær eini boð og mynd av tær  og tínum fýrbeinta vini entin á facebook ella her á blogg síðuni. 

Ongantíð betur um tit hava eina serliga søgu eisini, men hettar er tó ikki eitt krav.

 

Værkætlanin er ikki stuðla av nøkrum, men ætlanin er at verkini vera til sølu og peningurin fer óskerdur til arbeiði innan djóravælferð í Føroyum. 

Eg tilskili mær rættin at velja burturúr ímillum øll innsendu boðini – soleiðis at verkætlanin gerst so breið og innihaldsrík sum gjørligt. 

 

 

No Comments
Leave a Comment: