OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Tveir bloggarar ein blusa

 

So havi eg enduliga eitt bloggara samstarv aftur á blogginum. Hesuferð havi eg Riu, eisini kend sum Riarolla, sum er mótabloggari hjá kvinna.fo aftur at mær. Avbjóðingin í dag var, at vit báðar skuldu fara í somu blus og so styla hana upp á okkara máta. Blusan er frá Einstakt – Soul Made í Tróndargøtu.

 

Í  samband við at eg eri í Soul Made pop up handli hesa vikuna, enda vit í kvøld (Fríggjakvøldið 17/11) við einum hugnakvøldið frá kl 19 til 21 og tá verður hendan blusan eisini upp á tilboð fyri einans 350 kr, vanligur prísur er 699 kr. 

 

Til tiltakið verður eisini okkurt lekkurt til góman at fáa og kl 20 kemur dugnaliga Ester Kristiansen at framføra nøkur løg – tit eru sjálvandi øll vælkomin <3

 

   

  

 

Hvussu hevði tú styla hesa ?

No Comments
Leave a Comment: