OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Sig tað við talvulakk + Giveaway

Eg havi fingið hesi lekkru talvulakk klisturmerkini sendandi frá twins.is , eru tey ikki kul? Eg havi leingi ætla at gjørt eitt DIY við hvussu tú kanst mála talvulakk á krukkur, gløs, urtapottar osv. fyri at kunna skriva á, geva tinginum eitt facelift ella bara frámerkja...

DIY – Prýðisveggur

  So havi eg enduliga fingið gjørt mær wc meira praktist og hugnaligt. Eitt av tí sum altíð manglar inni á einum wc er goymslupláss, sum bæði er praktist og pent! Eg eigi so mega nógvar smykkur, serliga ringar og oyraringar - av tí at eg ofta...

DIY – Kaktus rað

Eg hevði lítla beiggja mín á vitjan í hesum regninum í dag. Honum dámar so væl at gera ymiskt kreativt, júst sum eg, so vit funnu uppá at seta okkum at klippa eina løtu meðan tann lítla svav. Í dag bleiv tað til hettar kaktus...

Meira pláss – skjótt, bíligt og nemt

"Eftir mínari meining er ein gongd bara spill av pláss" - hettar er nakað, tey, ið kenna meg ofta hava hoyrt meg sagt. So tá vit keyptu húsini og bygdu tey um, helt eg tað vera eitt fínt hugskot bara at behalda inrættningin av entréini/gongini...

DIY – Urtapottafjalari

Sum tit allarhelst longu hava lagt merki til, so elski eg marmor, kaktusar og bíligar/diy loysnir - allarhelst burturúr endurnýstlutilfarði. Sum til dømis hendan urtapottafjalarin úr eini tómari mais dós - bæði praktist, pent, marmor og  kostaði mær ikki eina krónu.  Hóast eg havi nógv marmor...

pakkakalendari

DIY – Pakkakalendari

Eg og maðurin hava aftur í ár valgt at givi hvørjum ørðum pakkakalendara - hettar er nakað sum eftirhondini er blivin ein góð traditión og áminning um at hugsa um hvønn annan eitt sindur meira í dagligdegnum. Vit avgjørdu longu heilt tíðliga í ár, at...