OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Summarhús í Tjørnuvík

 

Í síðstu viku søkti eg eftir einum summarhúsið at leiða til 10 fólk á blogg síðuni og mín sann um eg ikki fekk hjálp frá tykkum góðu fylgjarum at finna tað perfekta summarhúsið! Boðini vóru mong og góð, men familjan bleiv samd um at í hesum føri fóru vit til Tjørnuvíkar í vikuskiftið, nokk serliga tí tað var lættast atkomuligt og lítlu beiggjarnir vildu so fegnir sleppa á strondina + NSÍ skuldi jú spæla steypafinalu, so tað mátti vera koyrandi til Havnar.

 

 

Vit kundu ikki havt valt betri stað og hús at fari, umstøðurnar í Tjørnuvík vóru avbera góðar og ideellar til okkum – vit vóru hóast alt 10 fólk í sera ymsum aldri, sum øll skuldu vera nøgd. Hóast vit búgva úti á bygd sjálvið, so er gott at koma onkra aðrastaðni viðhvørt – bæði fyri at síggja meira av okkara egna undurfulla landið, men eisini fyri at kobla úr gerandisdegnum og bara njóta tilveruna sum familja.

 

 

Ofta hava vit ein tendens til at droyma okkum burtur til sólgyltar strendur, hita og shopping í langar banar – eg veit at eg geri tað sjálv. Men í roynd og veru er tað minst líka lekkurt at uppliva Føroyar inn í millum, serliga tá umstøðurnar ikki altíð loyva dýrum og umfatandi uttanlandsferðum.

 

 

Eg má erliga viðganga at eg havi verið í fleiri londum og statum runt um í verðini, men eg havi ikki verið á øllum oyggjum í Føroyum enn. Men eg havi sett mær sum mál at áðrenn eg verið 30 (ok, 35 kanska) skal eg hava vitja allar oyggjarnar í Føroyum, ikki bara fyri at hava verið har, men fyri at við stoltleika kunna siga at eg kenni og havi sæ mítt egna land.

 

 

Í Tjørnuvík havi eg faktist verið fleiri ferðir, men bara biltúr, líka steðga á har við sandin tikið eina mynd ella báar tvær og síðan koyrt víðari. Men hesu ferð, tá vit vóru eitt heilt vikuskiftið, var tað sum um ein heilt nýggj verð opnaðist – hendan bygdin gjørdist enn meira spennandi og er so nógv meira enn bara sandurin og útsýni.

 

 

Eitt sum eg beyt merkið í og tað gjørdu vit faktist øll, var at í summarhúsinum var einki internet (KRISA!! – Tað var pannikkur í eina løtu, serliga hjá teenagarinum sum hevði tikið telduna við og teimun sum ikki høvdu so nógv data eftir) . Eg hugsaði sjálv tað eini løtuna at hettar var nokkso roti, men vita tit hvat? Tað var tað als ikki! Í staðin fyri at sita á telefonini og telduni alla tíð, so vóru vit faktist øll noydd at finna upp á okkurt annað eisini, tosa saman, ganga túrar og bara vera til – tað riggaði fínt, eisini eitt heilt vikuskiftið. Vit høvdu tó data á telefonini, so onkuntíð inn í millum snýttu vit eitt sindur, men ikki í sama mun sum vis tað nú var WiFi.

 

 

Beiggjarnir hugnaðu sær óført á sandinum og viðhvørt fiskaðu teir eisini. Vit fangaðu síl og hentaðu hagablómur, fingu okkum drekkamunn og gingu túr. Eisini slappaðu vit nógv av, tosaðu saman og spældu onkur spøl.

 

 

Leygarkvøldið gjørdist eg tíðanverri sjúk og sovnaði á sofuni, so meðan øll hini fylgdu spent við Steypafinaluni lá eg og svav. Men stemmningurin var góður, eisini í lítlu, hugnaligu stovuni í Tjørnuvík – serliga tá NSÍ nú vann!

 

 

 

Alt í alt eitt frálíkt vikuskiftið, sum var júst tað vit høvdu brúk fyri. Øll hugnaðu sær og Tjørnuvík hevur nú eitt heilt serligt pláss í hjartaðnum.

 

 

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.