OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Soleiðis kanst tú fáa betri sjálvsálit !

Sum nevt í innlegginum á blogginum í síðstu viku, so havi eg ætlarnir um at seta meira fokus á positiva sjálvsfatan, sjálvsmenning og sjálvsálit á blogginum í ár. Nakað eg sjálv havi arbeitt ótrúðliga nógv við persónliga hjá mær sjálvari. Í dag havi eg tað fínt við mær sjálvari, mínum kroppi og mínari útsjónd – við onkrum frávikum viðhvørt, men hvør hevur ikki tað ?

 

Nakað eg stríddist eitt sindur við í serliga novembur/desembur  og eitt sindur inn í január  var hettar við at eg ikki føldi meg nóg festliga, fríska og útfordrandi í mátanum eg klæddi meg upp á, eg hevði ringt við at finna júst tað rætta til mín og faktist brúka tað.

 

Eg fangaði meg sjálva í altíð at fara í “MAMMU OUTFITTIД – tit kenna tað nokk, einar vanligar jeans/leggins, eina einlittað tshirt sum allarhelst fekk nakrar plettir av snor, mold, syltitøj o.a. á ígjøgnum dagin, ein hesthala í hárið soleiðis at man ikki sá jogurti og sjálvandi lívbjargarin turrshampoo og einar sneakers + regnjakka so var eg klár, hvønn dag! MEN eg føldi meg ikki væl, eg føldi meg óinterissanta, ótiltalandi og eitt sindur sum um at mín rolla her í lívinum “bara” var at vera “mamma”. Tað gjørdist ein und ringrás har eg bara gramdi meg til mannin um hettar, fór út millim fólk minni og minni – inntil eg til síðst segði “fuck it” og fór all in uttan sminku ella nakað í eina viku.

 

Tey sum kenna meg vita at hettar er barasta ikki eg og fleiri enntá spurdu um eg var sjúk ella um okkurt var áfatt. (Eg skal líka siga at hettar var medan streykan hjá námsfrøðingunum stóð upp á, so tá var eg eitt sindur pressað í forvegin, tann lítla gavst at sova um náttina og eg var pottað upp um bæði oyru við arbeiði eg ikki fekk gjørt. )   Mítt sjálvsálit byrjaði at halta, eg var yvirbevíst um at eg hevði tikið minst 10 kg upp á í jólamánaðanum og orkaði ikki tankan um at vera sosial. Alt BARA tí eg ikki føli meg væl í mínum egna kroppi og yvirbevísti meg sjálva at eg var óinterissant, at eg ikki hevði tíð og yvirskot til at lata meg orduligt í og ganga eitt sindur upp í meg sjálva.

 

Annars havi eg altíð havt tann vanan at brúkt 15 – 25 min hvønn morgun upp á at lati meg pent í, sminka mær, busta tenn og orna hár, kaffikoppurin hevur verið við. Hettar er tað, ið fær mín dag at ganga upp og tað sum ger at EG trívist við at vera EG hvønn dag. Tó hesa perioduna datt tað líkasum burtur.

 

Eg eri faktist eitt sindur sjokkera yvir hvussu nógv hesir 15 – 25 í veruleikanum hava at siga fyri at mín dagur skal vera góður.

 

Tað var tá eg sá eitt uppslag á facebook hjá Katrinu í Geil / Sýran – Design – har hon bjóðaði seg framm til at hjálpa fólkið at finna sín stíl, hvat tey klæða og ikki og enntá við rágeving úr mínum egna klædnaskápið. Hettar var júst tað skumpi eg hevði brúk fyri, fyri at koma í gongd aftur, so eg skrivaði til Katrinu og fekk eina avtalu í lag. Eg fór til havnar hálvan januar og hitti hana á skrivstovuni har, hevði nøkur av mínum egnu klæðum við og vit prátaðu so um hvat eg klæddi væl, hvørji klæðir eg skal fara eftir og hvat hóskar minni gott til mín – síðan fóru vit ein túr á útsølu í Hennara har vit somuleiðis fóru ígjøgnum hesa prosessina. Eg eri SO glað fyri at eg tók stig til hettar, tí nú eri eg veruliga komin í gongd aftur og føli meg sum eg sjálv aftur – tey klæðini eg ikki klæði, tey eru goymd burtur og klæðir sum komplimentera mær tey eru funnin framm. Mammu outfitti tað er har enn, men tað er bara blivi til eitt outfitt, ið klæðir mær betri – tað er framvegis einar jeans og ein tshirt, men í staðin fyri eina oversize tshirt so er tað blivin ein basic, sum situr væl, tí tað klæðir mær betri.

 

Mín trupuleiki sat í, at tað “mammu outfittið”, sum var blivi til mítt GO TO outfitt, gjørdi simpultenn ikki nakað fyri meg og mítt kropskap – hettar var nokk til at eg ikki føldi meg væl og klára at møta verðini. Ljóðar kanska eitt sindur løgi og sjálvandi hevur tað ikki bara verið tað, sum hevur verið trupuleikin.

 

Men í botn og grund er tað soleiðis sum vit síggja okkum sjálvið, ið avspeglar hvussu vit møta heiminum – um eg ikki føli meg væl, so útstráli eg eisini tað. Men tá eg hinvegin havi lati meg í, soleiðis sum eg føli meg væl og havi brúkt hasar 15 – 25 minuttirnar um morgunin upp á at gera meg klára, tá er tað at eg fái mest burturúr.

 

Eg vil heilt sikkurt viðmæla tykkum til at fáa eitt prát ella fara á skeið hjá Katrinu í Geil,  man fær barasta so nógv burturúr, tú lærir m.a. hvussu tú kanst klæða teg eftir tínum egna kropsskapið, hvørjir litir tú klæðir væl, linjur, ið slanka, leingja ella breiðka og nógv nógv annað. Sí meira á facebook síðuni hjá Sýran – Design ella melda teg til eitt skeið, ið verir longu nú 10. februar sum eitur : (link)

 

Introskeið í styling: Lær at brúka títt kropsskap

Ein góð byrjan upp á eitt betri lív, har vit kvinnur trívast í okkara egna kroppi júst soleiðis sum hann sær út.  Tí er tað egentliga ikki tað vit allar droyma um?

Er tíðin ikki farin eitt sindur frá slankikurum og at vit allar skullu vera ein stødd xs ?

 

 

 

p.s. á myndini eru vit á útsølu og gjørdu av at hasar buksirnar als ikki gjørdu nógv gott fyri meg og at eg hinvegin skal hava buksir, sum sita æt um leggirnar – tí eg eri í forvegin stutt, meðan hesar buksirnar fáa míni bein at síggja uppaftur styttri út, meðan jakkin var júst tað rætta til mín. 

 

No Comments
Leave a Comment: