OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Sex In A Pan

0c0542_4f249a95f522492da8b7174466958936

Eg elski at gera mat, serliga at bakað og gera dessertir. Men í staðin fyri altíð at gera tað sama, dámar mær eisini væl at prøva nýggjar upskriftir, við mínum egna tvisti sjálvandi. Hettar kvøldi valgdi eg so at gera “Sex In A Pan” sum kakan eitur og navnið skylja tit nokk eftir at hava eti av henni. So nú tá vikuskiftið kemur fyri framman, hugnakvøld og konfirmatiónir, hví ikki prøva okkurt nýtt?

Tú skalt brúka :
1pk Digestive keks
50 gr. smør
1 pk. Dr Oetker vanilju buding
1pk Dr. Oetker sjokoláta buding
2 pk mjólk

200gr sukur
2 pk róma
1 pk rómaost
2½ dl flour melis
rivin sjokoláta

N.B. Sigast skal at hettar er ein stór portión.

1 . Byrja við at kóka sjokoláta budingin og vanilju budingin hvør sær – sí upskrift eftir pakkanum. Lat budingin kólnað.
2. Knúsa Digestive keksurnar heilt smátt. Legg knústu keksirnar í botnin á einum fati. Smelta síðan smøri og stroy tað javnt útyvir.
3. Píska síðan róman.
4. Píska síðan c.a. 1/3 av rómanum saman við flormelis og rómaostinum, inntil hettar gert lætt og luftugt.
5. Stroy síðan sjokoláta budingin útyvir botnin, hareftir vanilju budingin og so kremi við rómaosti. Enda við at stroya restina av rómanum og pynta við rivnari sjokolátu.

Vælgagnist

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.