OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Oreo/banan kaka

 

Vit hildu barnaføðingardag heima hjá okkum í síðstu viku og á ynskilistanum hjá einum av beigginum hjá mær var oreo/banan kaka. Upprunaliga var tað tí hann hevði fingið eina vanliga banan kaku við oreo í einum øðrum føðingardegi, men eg prøvaði at gera mína egnu versión.

Mær dámar altíð væl eina góða banankaku, so eg gjørdi tí vanligu banan køkuna sum eg altíð geri tá eg havi nakrar næstan spiltar bananir og jogurt inni. So hendan banankøkan kann sagtans eisini gerast uttan róma fylluna, men við vanligum sjokoláta glasuri omanyvir eisini.

 

Tú skalt brúka :

Til køkuna

2 dl  mjøl

2 dl sukur

1 tsk bakipulvur

1 tsk natron

1 tsk vaniljusukur

eitt knips av salt

1 egg

2 bananir

2 dl Jogurt (banan/pera ella naturel)

 

Omaná :

1 pk oreo knústar

2 pk róma

2 Bananir

 

 

Soleiðis gert tú :

  1. Rør fyrst alt tað turra tilfarið saman og síðan rørir tú restina av tilfarinum í.
  2. Bakað á 180 gradir í 35 – 45 min í einum stórum tertu botnið um tú vilt hava eina stóra kaku ella í 60 min í einum vanligum spring formið.
  3. Tá kakan er kølnað pískar tú fyrst róman og síðan rørir tú knústar oreo í. Pynta við oreo og bnan í skivum. – Alternativt kanst tú eisini bakað køkuna í einum springformið soleiðs at hon gerst minni, men við fyllu ímillum – tá mást tú sjálvandi skera køkuna sundur í 2 botnar fyrst.

 

Enjoy <3

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.