OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

OOTD – Kimono, shorts og body

Eitt stutt innlegg frá mær í kvøld við OOTD myndum úr Santorini. Hóast tað nú fara at verða nakrar vikur síðan eg kom aftur, havi eg enn ikki deilt øll innleggini og myndirnar harfrá – eg royni at býta tað eitt sindur javt út, soleiðis at tað ikki blívur ov nógv. Sum lova er ein “Guide til Santorini” bloggur ávegis, men hann er bara ikki heilt klárur enn, so tit fáa líka nakrar mótamyndir fyrst.

 

Kimono var eitt sera hent plagg at hava við í hitanum, serliga um kvøldið, á strondini og við poolin – lætt ein hava útyvir seg og pyntar um samstundis + mær dámar væl Kimono trendin, so eg kundi brúka hendan nú tá eg eri komin heim eisini. Kimono’in er keypt frá Hennara í Havn og fæst eisini í svørtum við blomstrum, um tú ert meira til tað eitt sindur diskreta lookið.

 

Bodystockurin er frá OW intimates, keyptur frá Einstakt í Tróndargøtu í havn, meðan shortsi og skógvarnir keypti eg einaferð langtsíðan á útsølu í Insito.

 

 

TIP: Hóast tú hevur formar og stór lør, er tað gott at brúka shorts sum eru stutt og gjarna koma eitt sindur upp á miðuna. Hettar tók mær nakað av tíð at finna útav, tí vit kvinnur hava ofta ein tendens at goyma okkum aftanfyri ov nógv og ov leys/stór klæðir. Tað má gjarna verða tættsitandi og stutt sjálvt um vit ikki eru ein str. small!

 

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.