OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

OOTD – Ein dagur á strondini

 

Í gjár vóru vit so at siga allan dagin á strondini í Perrissa – tann besta strondin í Santorini sigst og tað skylji eg væl hví. Tað var deiliga friðaligt, gott service og heitur sjógvur + hesin lítli býurin var óguvliga sjarmerandi og flottur.

 

Eg var sjálvandi í bikini, alt annað hevði verið alt ov heitt. Bikini havi eg keypt í Change – tá man hevur eitt sindur størri bringu, er tað altíð gott við svimjuklæðum sum stuðla og sita væl.

 

Sandalirnar eru frá Birkenstock og lændar frá Mariu.

 

Lekkri kimono kjólin er frá H&M, keypti hann í Keypmannahavn beint áðrenn vit fóru til Santorini.

 

Hatturin og Sólbrillurnar keypti eg í einum lokalum handli í perissa fyri líti og lætt. Faktist oruliga lekkurt at hava ein sólhatt tá man er á strondini, so fær man lisið eitt sindur uttan at vera heilt í skugganum.

 

Lekkra strondtaskan er keypt í Hennara áðrenn eg fór avstað – tað er altíð praktist at hava eina lætta og góða tasku við á strondina.

 

 

No Comments
Leave a Comment: