OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

OOTD – Avslappandi business

 

Dagsins outfit er eitt millumting millum fínt og gerandis look – faktiskt hevði eg serliga fari í hettar ein dag tá eg skuldi eitt sindur av báðum, also bæði út til eina arbeiðsuppgávu og so út at eta ella okkurt eisini

 

Dagsins blogginlegg er gjørt í samstarv við Hennara. 

 

 

Er tað nakað sum er moderna í løtuni, so eru tað klædningsbuksur! Men ikki bara vanligar klædningsbuksur, nei teir skulu vera behagiligar eisini, gjarna við strekk og fasong – og eg elski tað!

Mær hevur altíð dámt væl “business” lookið, hettar við eini skjúrtu og klædningsjakka, men tað er skjótt at tað kann tykjast sum um at man gongur í tí sama allatíð. Tí haldi eg at hettar outfittið er eitt perfekt alternativ til tann vanliga “klædningin”

 

 

Behagiligir skógvar við hæl frá Bella Moda Shoes 1.099,- , Klædningsbuksur við strekk frá Fransa 549,- , Skjúrta frá YAYA women 439,- og lambaskinns leðurjakki frá Red One Original 1.899,- .

 

Alt frá Hennara á Áarvegnum í Havn – sí eisini á facebook her. 

 

TIP TIL EITT GOTT BUSINESS OUTFIT

*Skift klædningsjakkan út við ein leðurjakka

*Stramma niðurdeilin ella svørtu klædningsbuksurnar út við einar behagiligar/modernaðar klædningsbuksur

*Bukkað brøkurnar á buksinum upp viðhvørt, hettar gevur eitt heilt annað look.

*Skjúrtuna eitt sindur tilfeldugt niður í buksurnar, prøva teg framm upp á ymsar mátar.

*Einar behagiligar skógvar við eitt sindur av hæl ella einar penar sneakers.

*Brúka tilhoyr, so sum penar smykkur, beltið ella Ur – men minst til, less is more.

 

Tilhoyr er sjálvandi eisini umráðandi til eitt sovarit outfitt, fyri at tað ikki skal síggja ov stívt út, men sjálv dámar mær best at tað ikki blívur ov nógv tilhoyr. Tí havi eg valt at bara hava eitt lekkurt ur og so hettar geniala oyraprýði, sum tú bara setur inn í oyra, fyri at geva eitt sindur av eyka. Bæði eisini frá Hennara, minnist ikki merkið, men tað liggur beint við diskin saman við hópin av øðrum smykkum.

 

 

Eg má erliga viðganga at eg ikki havi verið so ofta inni í Hennara fyrr, veit ikki ein gongd hví, tí har er simpultenn so nógv lekkurt til tí “vanligu” kvinnuna, sum meg sjálva, kvinnuna við formum, men sum avlíkavæl stílbevíst.

Sjálvandi hevur Hennara eisini klæðir til kvinnur í øllum formun eisini str xs og xxl – eitt breitt úrvæl, við góðum kvaliteti til rímuligar prísir. Heilt sikkurt ein vitjan verd!

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.