OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

OODT – G! 2017

 

So eri eg klár til ársins G! – festival. Í ár verður tó eitt sindur annaðleiðis av undanfarin ár, av tí at eg í ár komi at arbeiða so at siga allan festivalin – Eg eri nemmuliga júst byrja at arbeiða hjá in.fo og komi at taka myndir og skriva greinar G! , ein spennandi fyrsta uppgáva. So um tit síggja meg, eru tit vælkomin at heilsa upp á, eg taki myndir av tykkum ókeypis hetta vikuskiftið – væl at merkja tær verða lagdar út á in.fo og kanska bloggin eisini.

 

Festival outfitti í ár er sum so ikki nýtt, uttan silvur skógvarnir sum eg keypti á asos fyri einans 100 kr til sama endamál og jakkin sum eg keypti fyrr í vikuni fyri -20 %.

 

Festival troyggjan í ár er frá Einstakt / Soul Made í Tróndargøtu. Deiliga einkult við tveimun bláum farvum og so havi eg eina velour tshirt frá only innanfyri. Sólbrillurnar, fyri tað ikki skal vera lygn, eru faktist frá Tiger í Runavík og glimmur sokkarnir er av merkinum MP Danmark eisini keyptir í Soul Made.

 

 

 

Hári  er flætta við at eg fyrst havi topera tað ovasta, síðan sett eitt lastik í bara ovast – hereftir havi eg flætta restina av hárinum upp í. Nemt og ómakaleyst + deiliga væl fyrireika upp á, um tað nú fer at regnað.

 

No Comments
Leave a Comment: