OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Okkara pakkakalendari <3

Aftur í ár hava eg og John okkara árliga pakkalendara til hvønn annan. Yes tú læs rætt, vit geva hvørjum øðrum pakkakalendara hvørt ár og so eru teir enntá heimagjørdir <3

Hettar er eftirhondini blivin ein føst traditión og vit keypa egentliga pakkar ígjøgnum alt árið, um vit detta frammá okkurt, fyri okkum er tað bæði spennandi og ein gleði at geva, meðan vit samstundis verða noydd at seta okkum betri inn í hvat hin parturin dámar <3

 

Fyri at tað ikki skal vera lygn, haldi eg faktist at John gongur hægri upp í hendan pakkakalendaran enn eg. Hann skrivar sær listar yvir hvønn dag, hvørjar gávur hann hevur keypt og hvat er í hvørjum pakka – hettar byrjaði hann upp á fyri fleiri mánaðum síðan + hann hevði keypt for nógvir pakkar, so nakrar av gávunum havi eg longu fingið <3

 

Meðan eg hinvegin enn mangli 7 gávur, men onkur av teimun er ávegis og hinar vera vónandi allar ornaðar í vikuskiftinum.

 

 

Klára tit at gita hvør hevur gjørt hvønn pakkakalendara ?

 

 

Hóast vit í dag hava 1. desember, so hava vit ikki opnað fyrsta pakkan enn. Vit fara á Hotel Havn í vikuskiftinum, bara eg og John – eitt romantiskt vikuskiftið mitt í havn, har vit hava ætlanir um bara at njóta tað, slappa av, brúka tíð saman, eta lekkran mat og orna ALLAR jólagávurnar.

Takk og lov fyri svigerforeldrini, sum hava bjóða seg til at ansa dóttrini, húsinum og øllum djórinum meðan vit eru í Havn <3

 

Um tú vilt síggja hvat er í pakkunum, komi eg at leggja tað út á Instagram story hvønn dag í desembur – tú kanst fylgja við á @byolafsdóttir .

 

Eisini fari eg sjálvandi at leggja út frá okkara vikuskiftið, meira um tað á blogginum seinni eisini.

No Comments
Leave a Comment: