OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Mín søga

Mynd: Heidi Wolles Ljósheim @heidiwol 

 

 

Vælafturkomin skuldi eg næstan sagt og orsakað fyri mína eitt sindur ov longu summarferðiu.

 

Tíanverri má eg erliga viðganga at eg havi følt meg ógvuliga óinspereraða at blogga í summar, eg havi simpultenn ikki verið nóg sjálvsikkur. Tað kemur til tíðir og nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, haldi eg tað er ógvuliga passandi og upp á sítt pláss at deila mína persónligu søgu við tykkum, við eini vón um at hettar kann geva vón, gera mun ella bara eina lítla áminning til onkran, ið hevur brúk fyri tíð.

 

Tá eg var yngri og gekk í fólkaskúla, var eg hart rakt av happing – eg minnist at tað var ofta at eg kom grátandi heim úr skúlanum tí eingin tímdi at fylgjast við mær, tí eg bleiv søgd at vera ljót, feit, lukta illa, kiksa, snedig, bygdarfrell, eg hevði ljót klæðir, eg dugdi ikki nóg væl og so framvegis.

 

Sjálv helt eg ikki at hesi tingini passaðu, men sum tíðin leið – fingu tey, ið happaðu meg at føla meg alt tað, sum eg bleiv kallað og meira afturat.

 

Tað var ikki tí tað passaði, í øllum førum ikki nakað nevnivert, tí eg hevði foreldur, sum gjørdu alt fyri at eg skuldi passa inn. Eg fekk tí flottastu skúlataskuna og tá hon so bleiv skrødd, fekk eg eina uppaftur flottari, eg gekk í tí nýggjasta nýggja tá tað kom til klæðir og skógvar, eg fór rein og pen í skúla hvønn morgun, mín matpakki var ikki annarleiðis enn hjá øllum hinum og eg royni at uppføra meg líka sum øll hini, tí eg helt tað kanska fór at gera at eg slapp upp í.

 

Fyri at gera eina stutta søgu langa, so havi eg altíð følt meg einsamalla, eg havi ongantíð passa 100% inn har eg havi verið og eg havi verið merkt av lágum sjálvsálitið. Tað sum byrjaði sum barnaspæl og skemt hjá summum, tók sera hart upp á tann, ið var raktur av tí.

 

Lat meg líka undirstrika, eg havi einki ímóti teimum í dag, sum happaðu og eg haldi tað ikki ímóti nøkrum – tað er ikki ein gongd sikkurt at tey vita hvat tey hava gjørt ella at tað hevur verið í óndari meining. Líkamikið hvat er ella ikki, so er happing ongantíð OK!

 

Eg broytti mína egnu lagnu, í dag havi eg tað fínt og hóast eg kann fáa afturlit viðhvørt, so er hettar ikki nakað, sum ávirkar mín gerandisdag.

 

Mín broyting hendi líðandi tá eg valdi at fara einsamøll á FHS á Kambsdali, uttan at kenna nakran fór eg inn í ein nýggjan skúla, ein nýggjan flokk og eitt nýtt umhvørvið – har fekk eg at síggja at knappliga var eg ikki annarleiðis og um eg var tað á summum økjum, so var tað eisini ok. Eg upplivdi at eg kundi vera tann eg var, uttan at tað ávirkaði mín gerandisdag negativt.

 

Tá eg so í 2010 møtti John, var tað sum um at okkurt loysnaði – Í honum fekk eg ein besta vin, sum ongantíð áður, ein sum elskaði meg fyri tann eg var, uttan at eg á nakran hátt pjøvdist at broyta meg sjálva. Ein sum helt at eg var flott og pen, hóast mítt BMI ongantíð hevur verið gott. Ein sum helt at eg var áhugaverd at lurta eftir hóast eg tosaði um mínar villu framtíðarplanir, sum til tíðir hava ljóða eitt sindur svakar. Ein sum stuðlaði mær í øllum, eisini tá hann ikki beinleiðis var einigur. Ein sum ongantíð helt at eg var nakað annað enn eg var og heldur ikki ynskti meg annarleiðis.

 

Men vita tit hvat ? Tað var her mín størsti kampur við meg sjálva nakrantíð kom út!

 

Tí hettar hevði eg ikki prøva fyrr, eg hevði ikki prøva eina so, í mínari verð, óveruliga støðu.

 

Men eg vann dystin, ein dyst, sum byrjaði longu tá eg var bara eitt barn, ein dyst eg havi barst fyri tað mesta sjálv, ein dyst, sum eg ongantíð helt fór at enda.

 

Dysturin endaði við at eg segði farvæl við øll tey punktir í mínum lívið, sum á nakran hátt fingu meg at føla meg minni verda ella uppføra meg sum nakran annan enn meg sjálva. Hettar hevði við sær at eg misti vinfólk, eg segði starvið hjá mær upp, tað starvið eg í roynd og veru var útbúgvin til og at mítt lív tók eina fullkomiliga vending. Tað var millum annað í hesari perioduni at eg startaði bloggin, tí eg hevði nú ikki nøkur serlig vinfólk og eg var arbeiðsleys, bloggurin var mín frístaður – har eg kundi vera eg.

 

Men tað var als ikki fyrr enn eg gjørdi upp við meg sjálva, at eg eri góð nokk! Líka mikið hvat øll onnur hugsa – tí tað hendur enn, at eg fái ákoyringar, men í dag velji eg ikki at lurta, ikki at svarða og bara venda hin kjálkan til – tí lívið er simpultenn ov dýrabart til at taka sær av hvat onnur halda um meg. So leingi eg havi tað gott við mær sjálvari og kann fara í song um kvøldarnar, við tí tanka at eg havi verið eg í allan dag – so hevur tað verið ein góður dagur.

 

Ja eg vigi nøkur kilo ov nógv, eg havi stóra reyv, dellur og stóra bringu – men eg eri givin at fara upp á slankikur og havi ongantíð verið so væl nøgd sum nú .

 

Eg eri óløntur bloggari, heimagangandi mamma og nú eisini mín egni stjóri – ein kombinatión, sum kanska ikki altíð passar so væl saman, men tað gongur.

 

Eg kann ikki fáa børn sjálv, tað er ein harður sannleiki og hóast tað ofta verður tosa um hvussu kvinnan er sett í heimin fyri at føða børn, so er hettar ikki nakað eg kann gera nakað við. Tað er allarhelst ein meining í øllum og tað at vera fosturmamma er ein minst líka umráðandi rolla, sum tað at eiga sítt egna barn.

 

Eg havi ongantíð verið grov í Føroyskari rættstaving, men hinvegin veit eg at eg dugi at skriva og greiða frá – fyri meg er tað gott nokk.

 

Mítt lív er langt frá perfekt og eg livið ikki dreymin, men tað er gott nokk. Eg havi tað gott, eg vakni hvønn morgun við einum fantastiskum manni við mína lið, tveimum hundum á fótalagnum og í okkara egnu húsum.

 

Eg føli ikki eina trongd at grenja um mína tilveru, men velji heldur at síggja tað góða.

 

Nú veit eg ikki um hettar gevur nakra meining, men fyri meg følist tað rætt, at endiliga fáa hettar av hjartanum.

 

Hettar innleggi hevur givið mær tár í eyguni og klump í hálsin, men tað er ein vón at bara ein onnur kvinna, genta, drongur ella maður lesur hettar og fær ein vilja til at kempa víðari og enda dystin.

 

Dystin við heimin sum fortelur okkum at vit ikki eru góð nokk, at vit mugu tapa okkum fyri at síggja gott út, finna ein makað ella bara vera ein partur av samfelagnum.

 

Heimurin sum sigur at vit mugu duga væl í skúlanum, fyri at nakrantíð blíva til nakað – Tað eru ikki bara topkarakterir, sum kunnu brúkast, men eitt kreativt sinn, smílandi andlit og hjálpandi hond eru eisini góð nokk!

 

Heimurin, sum fortelur okkum at vit skulu øll hava eitt ”umráðandi” starv fyri at vera góð nokk– uttan vaskikonur, skrellimenn, kassafólk osv. hevði gerandisdagurin sæð tykkum heilt annarleiðis út. So næstu ferð tú keypir inn, møtir vaskikonuni ella skrellimanninum, gev teimum líka eitt eyka smíl – teirra arbeiði er minst líka umráðandi sum títt.

 

Lívið í dag handlar sera nógv um at síggja flottast út, hava best stíl, eiga raskast børn, penastu hús, tjena mest pengar, fáa flest likes á sosialu miðlinum osv.

 

Men tá alt kemur til alt, er tað tá hettar sum ger okkum lukkulig ? Er tað hettar sum ger okkum til betri persónar ? Og gera vit tað, tí øll onnur gera tað ella gera vit tað tí vit sjálvi ynskja tað ?

 

Eg havi gjørt upp við meg sjálva at eg bloggi víðari, hóast eg í summar havi uppliva at tað ikki altíð er líka nemt. Eg havi fingið mótgongd og eg toldi tað ikki for væl fyri at vera erlig, men vita tit hvat?  Eg eri hóast alt bara menniskja og tað er obinbart púra natúrligt at fara eitt sindur niður við høvdinum viðhvørt.

 

 

6 Comments
  • Herluf Gudmundarson
    August 29, 2017

    Mega gott skriva vildi ynkst eg sjålvur var komin so langt alt tað besta góða eyðnu. Við lívinum víðari tú ert cool👍🏽👍🏽👍🏽🎻

  • Frida Meinertsdóttir Reyná
    August 29, 2017

    Fantastiskt <3 takk fyri… Havi ikki orð fyri hvussu inspirerandi hetta er at lesa <3

  • Guðrun Nyström
    August 29, 2017

    Wauvv tú ert ein djørv Kvinna gloym ikki tað, eg fekk bæði tár og klump í hálsin at lesa bloggin 😪 at menniskjir kunna verða so órein er ótrúligt, eg havi ikki orð fyri tí 🙊 verð tú tann tú err, tí tú ert góð nokk ❤️
    Alt tað besta til tín og mannin

  • Inga-Maria Amandusardóttir
    August 29, 2017

    Tú ert ófør🌺❤️

  • Eva Andresen
    August 29, 2017

    Wow! Túsund takk fyri at tú skrivar hetta. Eg havi ongnatíð ordiliga lisið á tínum bloggi, men havi sæð at onnur hava deilt okkurt innslag hjá tær. Men hetta var akkurát tað, eg hevði brúk fyri at lesa í dag. Eg havi ongantíð verið happað eins og tú, men eg kenni meg aftur í so nógvum av tí sum tú skrivar. Ofta halda vit so lítið um okkum sjálvi, og halda at øll hini hava eitt perfekt lív og duga betri osv., men áá, sum eg havi lært eftirhondini hvussu líka vit sum menniskju ofta eru, og stríðast um tað sama. So takk fyri at tú ert opin og erlig um títt stríð. Tað ger netupp tað, at tann sum lesur hetta og fer ígjøgnum tað sama ikki følir seg einsamallan.

  • September 5, 2017

    Also hetta er deiligur lestnaður 👏🏻 Tað er deiligt at tú vísur okkum at man kann hava tað gott, og haldi tú ert sera stekt at koma víðari frá lívinum sum tann gentan sum bleiv happa, kann síggja meg sjálva í tí tú skrivar 😐