OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Mariu’sa havragrýns pannukøkur

 

Tá eg var í Keypmannahavn og vitjaði Mariu herfyri, gjørdu hon nakrar alvorliga lekkrar sunnar havragrýns pannukøkur til morgunmat.

 

 

Tað er altíð líka hugnaligt at vitja Mariu og Sigurð í Keypmannahavn, eg gleði meg sum eitt smábarn hvørja ferð  og endi altíð við ikki at vilja heim aftur.  Men nú er tíðanbetur ikki so leingi til summarfríðtíðina og heldur ikki til Septembur tá vit báar fara ein túr til Santorini!

 

Eg havi fingið uppskriftina upp á pannukøkurnar frá Mariu og fekk lov at deila hana við tykkum á blogginunm.

 

Tú skalt brúka : 

2 búnar bananir

3 egg

2 dl havragrýn

1/2 tsk salt

Soleiðis gert tú : 

  1. Mosa bananurnar væl.
  2. Blanda síðan restina av tilfarðinum saman við inntil deiggi er javnt.
  3. Hita pannuna við eitt sindur av fitievnið : smør ella olju.
  4. Ger síðan smáar pannukøkur á pannuna, eg plagi at fáa c.a 3 á í senn.
  5. Tá deiggi byrjar at bobla á pannuni vendir tú teimun og steikir hina síðuna

 

Smakka sera væl við jarðber ella aðrari frugt afturvið. Eitt sindur av Maple sirup ella hunangi er eisini lekkurt.

 

Vælgagnist <3

 

No Comments
Leave a Comment: