OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Lakres siroppur

0c0542_d38b0a81f541466c91115b1e4453d53f

Eg elski lakres og tað ger maðurin eisini, so eg gjørdi heimagjørdan lakres sirop í gjár, at koyra oman á ís o.a.
Tað er sera nemt og ómakaleyst.

Tú skalt bara brúka
140 gr av Piratos bomm frá Haribo
4 dl av vatn

Soleiðis gert tú :
Fá vatnið upp og kók og koyr síðan piratos í. Lat kóka á miðal hita í c.a hálvan tíma ella inntil tað hevur tann konsistent tú ynskir.  Rør í við javnum millumbili og ansa eftir at tað ikki kókar yvir.

Um tú ynskir siroppin meira flótandi, koyr so bara meira vatn í.

Enjoy <3

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.