OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Jólagávuhugskot til tann, sum eigur alt

Kennur tú eisini onkran sum eigur alt ? Og hevur tú onga hóming av hvat tú skalt geva viðkomandi í jólagávu ?

Eg havi funni 5 jólagávuhugskot til tann, ið eigur alt – nøkur av teimun kanska eitt sindur ørvísið og alternativ, men fyri faktist hevði eg væl tíma at fingið øll hesi 5 í jólagávu.

 

 

Vikuskiftið á Hotel Havn 

Fyri eini viku síðan vóru eg og maðurin eitt vikuskiftið á Hotel Havn. Tað besta vit hava gjørt fyri okkum       sjálvið  og ikki minst okkara hjúnarband í laaaanga tíð. Eitt hotel uppihald í okkara egna høvðustaði er nakað, vit ofta sjálvið ikki unna okkum, tí vit vilja heldur longur vekk. Tó er hettar nógv meira atkomuligt og harafturat er prísstøði og plaseringin á Hotel Havn perfekt. Um tú orduliga vilt forkela, so kanst tú inkludera eina máltíð á Frumbita eisini. 

 

Ein hjálpandi hond

Kennir tú onkran sum kundi trongt til eina hjálpandi hond ? Veri tað við tí húsliga, havanum, praktiskum uppgávum ella øðrum ?  

Eitt gávukort upp á reingerðarhjálp, handyman, gartnara ella enntá barnagentu er heilt sikkurt ein góð gáva.  Tað er egentliga líka mikið um tað er frá tær persónliga, so eitt heimagjørt gávukort ella um tað er frá professionellum. 

 

Heimabiograf upp á tann bíliga mátan

Ikki ein dýr gáva, men ei heldur nakað man kemur til at keypa sær sjálvum. Ein pop corn maskina er heilt sikkurt ein stuttlig og góð gáva til tey, sum dáma betur at sita heima á sofuni og hyggja eftir film enn at fara í biograf ella bara foreldur við smáðum børnum, sum ikki hava líka góðar møguleikar at fara út um kvøldarnir. Eitt gávukort frá Itunes upp á ein film, so hevur tu redda heimabiografinum. (Kunnu keypast í eitt nú Power fyri áleið 300 kr) 

 

 

Klæðir

Her tosi eg nokk mest um klæðir, viðkomandi ikki unnar sær ella hugsar um at keypa sær sjálvum. Einar ektaðir leður skógvar, ein heitan góðan jakka ella eina lekkra cardigan. So sum hesar á myndini frá Einstakt – Soul Made. Eftirhondni eru tað øll sum eiga eitt hvørt frá G&G, men hví ikki hyggja eftir hinum dugnaligu føroysku designarinum ?

 

Gávukort frá Magn

Hettar er ein gáva eg persónliga ofta havi givið í jólagávu til onkran eg als ikki havi vita hvat eg havi skula keypt til. Øll hava upp á eitt ella annað tíðspunkt brúk fyri onkrum inni í magn og kanska serliga hjá teimun, sum eru lesandi og hava bil kemur hettar væl við – ti einki er so strævi sum ikki at hava pengar til bensin/diesel. Men so hinvegin so er tað eisini lekkurt við eini erskju av blanda bomm ella magnkaffi. Um tú ikki ert so nógv fyri at geva gávukort ella heldur at hettar sær for óinterissant út, pakkað tað inn í ein Magn kopp ella Magnbox við blanda bomm í , ein nemm gáva, sum øll vera glað fyri.

 

 

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.