OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Hvat havi eg við handviðførinum ?

 

So siti eg í flúgvaranum, ávegis til Keypmannahavnar og leygardagin fari eg síðan víðari til Santorini – dreymaferðin yvir teimum øllum er endiliga veruleiki!

 

Eg minnist tá eg í Januar deildi eitt innlegg eg kallaði “Eg droymi um… “ – sum tá, fyri meg ikki øll vóru líka realistisk. Men nú siti eg her, 8 mánaðar seinni – Tað eg droymdi um tá, er so at siga alt við at gerast veruleiki og tað er fantastiskt! Hart arbeiði, motivasjón og áhaldni hava givið úrslit!

 

Egentliga var tað meiningin at John skuldi koma við, men viðurskiftini lagaðu seg soleiðis at tað riggaði ikki allíkavæl. So eg og Maria, besta vinkonan í Keypmannahavn fara simpultenn báðar 1 viku einsamallar.

 

Vanliga tá eg ferðist eri eg tann typan sum ger listar – listar yvir hvat eg skal hava við, hvat eg skal keypa, hvat eg skal síggja osv. Men hesiferð havi eg faktiskt ikki gjørt nakran lista – havi simpultenn ikki havt tíð ella orkuna til tað og pakkaði faktiskt ikki kufferti fyrr enn seint í gjárkvøldið.

 

Fyri meg er tað sum er mest umráðandi, tá eg skal ferðast langt at handviðføri er væl gjøgnumhugsa og hent – bæði tí tú ert eini 6 tímar í flúgvaranum, men eisini tí at tá tað eru millumlendingar, kann man aldrin vera 100 % sikkur í at fáa kufferti hjá sær við allan vegin og beinanvegin.

 

 

Hvat havi eg so við ?

Pass og pengar sjálvandi – við tí klárar tú alt.

 

Telduna, soleiðis at eg kann blogga umborð og tí hon ikki hevði yvirliva í kuffertinum.

 

Kameraði, tí tað havi eg við mær allastaðni.

 

Eina notatsbók, bæði tí tað er vanliga har eg skrivi listarnir í, inspiratión og avtalur.

 

Mest neyðugu sminkuna, tí man ikki altíð sær líka fresh út tá man ferðast. (Mineralputur frá Youngblood, bust frá Nielens Jord, pro fit me consealara frá Mac, Mascara, blush og sólputur.

 

eina bók – í løtuni er tað The Little book of Peace

 

Turrshampoo – tí hvør hevur tíð og tímir at vaska hár hvønn dag ?

 

ferðatrygging, eyka visakort, rejsekort

 

Avrit av øllum ferðaseðlum og hotellupplýsingum – Tí telefonin hevur tað at sløkna fyri streym tá eg havi mest brúk fyri henni!

 

ladarir og oyramikrofonir í einum pungi (So tað ikki fløkist + er lætt at finna),

 

honspritt – tí eg fái eitt sindur bakteriu fobi á flogvøllum og í flúgvarum 

 

Leggins, ein top, trussir, glimmursokkar – Tí so hevur tú okkurt at skifta í, um viðføri ikki nær allan vegin.

 

8 hour cream frá Elisabeth Arden (Besta ever tá man ferðast! – kann brúkast sum hondkrem, feittstift, fugtigheitskrem og uppfrískari)

 

Sólbrillur, eisini tí man ikki altíð sær líka fresh út tá man ferðast. Fann hesar lekkru hjá Hennara – ljósareyðar við ljósareyðum glasi, so blívur tað ikki betri.

 

Tannbust og tannkrem

 

Nú havi eg so gjørt ein lista og haldi eisini eg havi fingið alt hettar í handviðføri í dag, sjálvandi ikki so umráðandi bara frá Føroyum til Keypmannahavnar, men so er tað klárt tá eg fari víðari leygardagin.

 

Hvat er tykkara ”Must have” í handviðførinum ?

 

*p.s. tit eru vælkomin at fylgja við á Instagram komandi vikuna, um tit hava hug at síggja hvat vit fara at takast við í Santorini – @byolafsdottir er navnið  <3 

2 Comments
  • Brynhild Bassøe Neshamar
    September 22, 2017

    Nú eri eg typan, ið ferðast við low-budget ferðaseðlum, so eg fái sum oftast alt í mítt handviðførið, tí annars skal mann ofta betala eyka 😉 Men tá eg ferðist einsamøll við soninum og eg allíkavæl má hava 2 kuffert við, havi eg í handviðførinum:

    -Eitt eykasett av klæðum til mín og 2 til sonin (hann er 2 = grisebasse 😉 ) Behagelig og løtt klæåir, sum hvørki fylla ella viga 🙂
    -Kanska eyka troyggju (t.d. hvis eg komi til FØ frá DK 🙂 ) Alt eftir hvønn veg eg ferðist 🙂
    -Tannbust og tannkrem til mín og sonin.
    – shampoo og bodyshampoo í ferðaíløtum (brúki specialshampoo pga flus og bæði eg og sonurin hava parfumeallergi 🙂 )
    – Deodorant (ikki spray 🙂 )
    – elastikk, hárklemmir og kanska ein kamb.
    – Tyggigum ella pastillir
    – Pass, pengar og ferðapappírir
    – oyramikrofonir og uppladara
    – p-pillar, allergitablettir og onkuntíð panodil.
    – eyka blæður, vátservietttar og lítlir skrelliposar
    – Stofblæðu til ALT sum skal turkast x)
    – Eina bók, penn og blýant.
    – Fartelefon og øll ID-kort og pengakort 🙂