OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Piratos/ hindber dreymur

0c0542_27a97c5b250745e1aa7d1fa1213b7cc5

Til kvinnukvøldið vit høvdu í Mentanarvikuni, setti eg mær fyri at hava eina heilt nýggja uppskrift klára. Tað bleiv so til hesa piratos/hindber ostakøkuna. Kakan bleiv sera væl móttikin millum okkara fittu kundar, so mikið væl at tað var einki eftir til okkum, men tað er bara gott.  Sjálv haldi eg hon smakkar alvorliga væl, uttan at blíva ov søt, av tí at hindberini og lakres siropurin geva restini eitt sindur av mótspæl. Tó má eg ávara tykkum – tá tú fyrst ert byrjað/ur at eta, er ringt at fáa afturhald.

Tú skalt brúka :

200 gr Philadelphia róma ost

250 gr flourmelis

250 ml píski róma

Piratos Lakres sirop ->

1 pk morengs toppar

fryst hindber

1) Umráðandi er at tú hevur gjørt lakres siropin og lat hann kølna áðrenn. Helst dagin fyri um tað ber til. Uppskriftina finnur tú her

2) Knúsa morengs topparnir og stroy tað í eitt fat.

3) Píska róman inntil hann er góður.

4) Píska flourmelis og rómaostin saman við rómanum.

5) Koyr kremi omanyvir morengsi.

6) Beint áðrenn kakan skal serverast koyrir tú hindberini á og síðan lakres siropin omanyvir tey.

Enjoy <3

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.