OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Gleðilig Jól

Eg vil fegin nýta høvið at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og enn eina ferð takka so hjartaliga fyri allan stuðulin eg fái frá tykkum fittu fylgjarum <3

 

Hettar árið hevur verið eitt dreyma ár upp á allar mátar og tað er alt takka veri tykkum <3

 

Í ár er árið, har eg ENDULIGA tók tað stóra stigi og leyp út í lívið sum sjálvstøðu vinnurekandi – nú kann eg officielt kalla meg bæði stjóri, eigari og starvsfólk, í míni egnu fyritøku! Fyri meg er hettar ómetaliga stórt og ein dreymur, sum í gjøgnum fleiri ár enduliga er vorin veruleiki.

 

Tykkara stuðul og uppmuntrandi orð, hava gjørt meg nóg djarvan at taka stigi og tað vil eg fegin enn eina ferð takka fyri!  Uttan allan tann góða stuðulin, uppmuntring, likes og viðmerkingar, hevði eg ikki verið komin so langt sum eg eri í dag og vónandi kann eg blíva við at gera mítt arbeiði líka gott og betur.

 

 

Tó hevur fitta Bambi eisini fingið eina eyka tøkk og gávu í ár. Fantastiska modellin, til tær mongu plakatirnar sum eru seldar í ár og orsøkin til at eg í ár eri farin í hált við at gera plakatir. Altíð líka glað at síggja meg og altíð líka tolin at standa model – nokk bæði líka nógv fyri matin skyld sum fyri mína hehe.

 

Bambi er upp á nógvar mátar sannuliga eisini ein fyrimynd og insperatións kelda. Líka frá tí degi hon bleiv funnin í eini grøv, hálvdeyð til tá hon í dag vísti hinum ærnum hvør bestemmaði – hevur hon verið sín egin og klára seg útmerka. Hóast hon er blind og hevur skeivan nakkað – so er einki sum steðgar henni í at liva tag góða lívið. Hon finnur veg sjálv við at fylgja gøtum, ljóð og luktið, um hin seyðurin gevur henni eitt skump, so skumpar hon beint aftur. Hon hevur gingið sjálv og verið útstoytt frá hinum seyðinum, men í dag so er hon næstan høvdingur – hon er saman við teimum tá hon tímur og rímur undar tá hon hevur hug at verða einsamøll, tí tað hevur hon tað eisini fínt við.

 

 

Ikki vildi eg trúð tí, at tað, sum var mítt lív, mítt eitt og alt og mín flíggjan fra gerandisdegnum tá eg var yngri – nemmuliga seyður, skuldi aftur gerast ein so stórur partur av mínum lívið, nú eg eri vorin vaksin. Alt tað eg minnist havi eg verið ímillum seyð, fingist við seyðahald og elska tað – hóast eg í dag eri lívsstíls bloggari, fotograf og stjóri, so er hettar enn staði eg veruliga slappi av og fái reinsa tankarnir. Kanska tað ikki eru so nógv at tykkum sum vita tað, men eg eri eisini “bondeknold” og eitt ordans bygdafrell burturav, eg elski at ganga á fjall, fáast við seyð og leggi ikki petti í, um tað viðhvørt gert eitt sindur skittligt arbeiði. Tað verður mangan flent eftir mær tí eg altíð komi sminka og í designara klæðum á fjall, men tað er jú eisini ein partur av mær, sum eg ikki vildi verið fyri uttan – tað er soleiðis eg havi tað best. Eg eri mín egin og tað er júst soleiðis eg vil verða.

 

Myndirnar tók John í morgun, tá vit vóru ein túr og góðu Bambi okkurt lekkurt at eta <3

No Comments
Leave a Comment: