OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Giveaway – Vælvera í hásæti!

 

Er tað nakað sum eg elski so er tað forkelilsi, bæði sjálvforkelilsi, men ikki minst tá eg sleppi at forkela tykkum fittu fylgjarir eisini! So nú havi eg enduliga eina giveaway á skránni aftur, hesaferð í samstarv við vakurleika stovuna Cinderella Angel Exclusive Lifestyles, sum letur eina lekkra vælveru massagu til ein av tykkum.

 

 

Cinderella er ein vakurleikastova við útbúðnum makeup-artisti, hárstylist,massør og egna exclusive hárextentions
Vakurleika stovan heldur til í hølinum hjá Vælveru Fittness á Heykavegnum í Havn.

Tað einasta tú skalt gera fyri at vera við í lutakastinum er:

at dáma facebook síðurnar hjá okkum báðum 

Olafsdóttir og  Cinderella Angel Exclusive Lifestyle 

+

Tagga eina vinkonu ella vinmann sum tú eisini heldur hevur uppibori eina vælveru massagu.

 

 

Eg havi sjálv prøva hesa vælveru massagu á heili 45 minuttir og tað skal eg lova tykkum at tað er lekkurt! Einki er sum ein orduligur umgangur av massagu at loysa allar spenningar og lada kroppin upp.

Eg havi verið sera anspent seinastu tíðuna, omanyvir at hava ein gamlan rygg/nakkað skaða at dragast við. Hildigunn dugdi sera væl at merkja eftir hvar pínan sat og eisini loysa knútar eg ikki ein gongd visti at eg hevði.

 

 

Vinnarin verður funnin 22. novembur. 

 

Góða eydnu <3

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.