OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Gerandisgleðir

So er tíð upp á at eg geri eitt innlegg við gerandisgleði aftur. Eg havi nógv at gleðast um um gerandisdegnum og farna vikan hevur ikki verið nakað annaðleiðis – eg havi notið gerandisdagin í Æðuvík saman við familjuni, hundinum og seyðinum, eti kaku og so hava vit verið ein havna túr eisini.

Eitt av teimun tingunum, sum eg eru serliga takksom fyri er at tit øll hava tikið so væl ímóti mær sum fyritøku og hjálpt mær at trúgva upp á at man kann sagtans liva av at vera føroyskur bloggari, við hópin av freelance uppgávum sjálvandi. At hesin bloggurin fór at blíva ein yrkisleið og føra til so nógvir nýggir spennandi møguleikar, tordi eg ikki at droyma um fyri nú skjótt 6 árum síðan, men við tykkara hjálp er dreymurin nú vorin veruleiki. Eg eri so óendaliga takksom fyri at kunna vakna upp hvønn morgun og elska tað eg geri, líka frá myndatøku, freelance miðlafólk, marknaðarføringsarbeiði og alt annað sum eg takist við, eg elski tað og mottoið ” DO MORE OF WHAT MAKES YOU HAPPY” hevur veruliga fingið eina meining her í húsinum. So av hjarta TAKK fyri til øll tykkum, sum á ein ella annan hátt stuðla blogginum, fylgja við og lesa <3

 

Fitta Lady, sum altíð er klár at koma upp á mynd. Stakkalin hevur tikið í so nógv upp á í seinastuni, so hon er nú sett upp á slankikur.

Eitt av tí besta við at búgva í Æðuvík er útsýni og óendaligu vøkru løturnar, bara við at hyggja út gjøgnum vindeyga.

 

Jess, okkara yngra Border Collie týk full av persónligheit og energi – tó elskar hon eisini at liggja á sofuni og balla seg undir teppinum saman við mær.

 

Vit vóru ein havnatúr mánadagin, til móttøku hjá Myndlist sum opnaði handilin í miðbýnum í Havn hendan dagin. Plakatirnar hjá mær eru m.a at fáa hjá myndlist, fyri sama prís sum hjá mær sjálvandi. Sera hugnaligur handil og ikki minni fitt starvsfólk – avgjørt ein vitjan verd.

 

 

Vikuskiftið fór við at hava framsýning í bygdarhúsinum í Hósvík leygardagin og síðan hevði eg opið hús heima hjá okkum í Hanusarstovu í gjár, har fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið til ein kaffimun, kaku og síggja nýggju plakturnar. Hettar eydnaðist sera væl og verur heilt sikkurt gjørt aftur um ikki so langa tíð, eg skal nokk siga frá í betri tíð næstu ferð, eftirsum hesu ferðina bleiv tað kanska í so spontant – typiskt eg altíð at finna upp á okkurt hehe…

 

Hendan vikan verður kanska í so hektisk, av tí at eg nemmuliga fari til Keypmannahavnar hósdagin og síðan víðar til Santorini leygardagin. Eg gleði meg nakað so nógv til eina orduliga ferðiu saman við bestu vinkonuni, njóta sólina og vakra landslagi. Tit eru sjálvandi vælkomin at fylga við á instagram ( @byolafsdottir ) har eg allarhelst fari at leggja myndir út og spamma eitt sindur á mystory. Fari sjálvandi eisini at blogga um túrin her á blogginum og vísa tykkum nakrar myndir.

 

<3

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.