OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Gerandisgleði

Hvat ger meg glaða í gerandisdegnum ? Hettar er ein afturvendandi táttur á blogginum, sum nú ikki hevur verið at sæð í eina tíð, men heilt avgjørt burdi blivi ein fastur táttur, ella hvat halda tit ?

 

Beint nú siti eg á sofuni stokk forkøla og skrivi hettar innleggi – ikki so nógv gleði í tí at vera sjúk. Men gleðin er, at at arminum liggur mín fitta Lady og snorkar og hinumeðin liggur Jess somuleiðis og snort svevur. Tað er ótrúðligt hvussu hundar kunnu merkja at eigarin er sjúk/ur og vísa so nógva samkenslu við tí – tað gera mínir í øllum førum.

 

Endamáli við “Gerandisgleði” innlegginum á blogginum er, at minna meg sjálva á tær góðu løturnar í undanfarnu viku.

 

Síðsta vika vær eitt sindur prega av at tað vóru nógvir fundir at fara til og nógv arbeiði, ið skuldi avsluttast. Men ímillum har, fekk eg eisini tíð til at gera okkurt fyri meg og vit fingu eisini nakrar góðar løtur saman sum familja.

 

Ikki er heingistólurin so penur hann hongur í  mitt stovuni, men hann lættir um okkara gerandisdag og er sera ergonomiskur hjá lítlu at hava. Eitt tað besta keypi vit hava gjørt í longri tíð. 

 

 

Vit hava ikki fingið okkum gardinur í stovuni ella køkinum – hettar tí at vit vilja fegin hava so nógv dagsljós sum gjørligt og tað generar meg ikki ein pinn um nábúgvarnir síggja inn. Fyri at tað Kikki skal síggja so tómt út royni eg at heingja plantur í vindeyga. 

 

Stovan bleiv rudda og umbroytt eitt sindur í síðstu viku – Vit hava fingið okkum ein lesikrók og nýggjar plantur. 

Leygarkvøldini hjá okkum fara tey mestu við at hyggja eftir einum góðum filmi her á sofuni, Hettar vikuskiftið var tað “A dog’s purpose” , ið fekk okkum bæði at gráta og flenna. Heilt sikkurt ein filmur eg vil viðmæla. 

Plakatin av mær og Lady er enduliga komin í Rammu og hevur fingir pláss uppi yvir sofuni 

At koyra oman í Bygdina (Æðuvík) í kava er nakað av tí vakrasta eg havi sæð! 

 

 

Ein túrur til Nólsoyar í arbeiðsørindum bleiv tað til mikudagin – eitt av mínum yndisstøðum í Føroyum. 

 

 

Einki er so friðsælt sum at seta seg niðri í fjøruni og hyggja út á sjógv eina løtu meðan hundarnir spæla. Her eru fleiri av mínum hugskotum m.a. bloggurin blivin til. 

 

Útsýnið frá songini hjá okkum beint út á hav. Allarhelst høvðus orsøkin til at vit valdu at búseta okkum i Æðuvík og júst í Hanusarstovu. 

 

No Comments
Leave a Comment: