OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Eri EG góð nokk?

 

Ein spurningur sum vit konufólk ofta seta okkum sjálvum er “Eri eg góð nokk” ella “Hvussu kann eg gerast betri? klænri? flottari? … ” .

 

Januar er mánaðurin har vit allarhelst eru minst nøgdar við okkum sjálvar; tað er nú vit fara upp á slankikurar, byrja at ganga til fittness, eta sunnari, fáa klædnakrisur og so framvegis.

 

Eg kenni tað bara frá mær sjálvari og kann viðganga, at hóast eg havi tað fínt við mær sjálvari til dagligt og vil vera ein fyrimynd júst soleiðis sum eg eri, heldur enn at fokusera upp á hvat kundi verið betri, so spøkir hettar við lágum sjálvsálitið og negativari sjálvsfatan til tíðir – eisini hjá mær. Serliga hendan mánaðan havi eg knappuliga havt hug at byrja at ganga til Burn – kanska er tað tí maðurin er byrjaður, kanska er tað tí eg havi tikið eitt sindur upp á á jólum, kanska er tað tí ØLL onnur gera tað, men tað sum tað í øllum førum ikki er, er at tað er tí eg ynski at koma í betri form og gerast betri fyri.

 

Nú mugu tit enduliga ikki halda at eg haldi nakað negativt um Burn ella annað líknandi, tað er virkuliga gott hjá teimun, ið dáma tað, hava ein tørv á tí og vilja koma í form ella gennerelt hava betri heilsu.

 

Tað mær ikki dámar, er tankin við – at vit, serliga kvinnur, allatíðirnar liva í tí fatan at vit ikki eru góðar nokk, líkamikið hvussu vit síggja út. Vit liva í einum rákið av, at líkamikið hvussu perfekt alt er, so kundi tað altíð verið eitt sindur meira perfekt – ikki bara tá tað kemur til okkara kropp, men eisini tá tað kemur til heimi, børnini, arbeiði, mannin og so framvegis. Trendi er, at vit skulu vera feilfríð øll somul og um vit ikki eru tað – jamen so fáa vit simpultenn ikki nóg nógv “likes” til at fungera.

 

Mín visión fyri í ár er, at seta fokus á – at vit kunna sagtans vera nóg góðar, júst soleiðis sum vit eru! Eisini um tú ert sum eg og vigar for nógv í fylgi BMI útrokningunum, hevur feittuta húð og ikki altíð hevur rudduligt hús ella perfektan lívsstíl.

 

Eg sigi ikki, at vit ikki skulu eta sunt, fáa motión ella ganga upp í okkum sjálvar, tí sjálvandi skulu vit royna at halda okkum innanfyri rímulig tilmælið, hettar fyri bæði kropsliga og sálarliga heilsu . Men mátin vit gera tað upp á, skal vera OKKARA – ikki ein trend ella nakað vit gera bara tí øll hini gera tað.

 

Fyri meg hevur sjálvsmenningin og tann positiva sjálvsfatanin verið ein laaaang og strævin prosess, men heilt sikkurt tað verd. Mítt lív og hjúnarband er vorið betri, eg trívist við mær sjálvari og havi lært at “skíta á”, hvat onnur halda um meg og mítt lív – tað sum er umráðandi er, at eg hvønn dag eri tann besta versiónin av mær sjálvari, meira kann eg ikki gera. Mítt lív er ikki perfekt, vit hava eisini okkara at stríðast við, men tað er okkara lív og bara vit kunnu royna at fáa tað besta burturúr.

 

So í ár koma tit at síggja meira av tí erliga og tí gerandisliga á blogginum.

 

Byrja við, tá eg í mínum næsta blogg inleggi havi tosa við og fingið góð ráð frá Katrinu í Geil, Masterstylisti – um hvussu vit við klæðum kunnu fáa tað betri við okkum sjálvum og enntá síggja út sum um vit hava tapt okkum 10 kg.

 

 

 

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.