OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Epla pizza

0c0542_3b3f672d6ca94df695d000e5f072d4b1

Aftur  kjøtfríður  mánadagur, hesa fer er epla pizza á skránni. John elskar epla pizza, so hann er alvorliga glaður í dag.

Tú skalt brúka :

Deiggj :

1 kop av heitum vatnið

1 pakkað av gerð

1 spsk. av sukur

2 tsk. av salt

2 spsk. av oliven olju

1½ kop av vanligum mjøli

1½ kop av durum mjøli

Toppur:

3-4 eplir

1pk Súrróma

Dild

Oregano

Rosmarin

Basilikum

Salt

Pipar

Mozzarella ost  ( heilan ella rivnan )

Soleiðs gert tú :

1. Rør gerðina og sukuri saman við heita vatnium. Lat standa í c.a 5 – 10 min. inntil tú sært at gerðin virkar.

2. koyr síðan restin av tilfarinum í, legg til merkis at mjøli skal rørast í síðst, eitt sindur í senn. Met sjálv um tað er brúk fyri meir enn upskriftin sigur, tó er hettar deiggi eitt sindur klistrut.

3. Koyr síðan eitt sindur av oliven olju í ein bolla og legg deiggi í ( smyr oliven oljuna á deiggi eisini ). Lat heva í eini 30 min.

4. Tá deiggi er heva rullar tú tað út til eina pizza.

5. Smyr síðan eitt javnt lag av súrróma á.

6. Sker eplini í tunnar skivar og legg útyvir súrróman.

7. stroy kryddaríini útyvir.

8. legg til síðst ostin á.

9. Bakað inni í ovninum á 180 -200 gradir í c.a 30-40 min, ella til tú sært at botnurin er góður.

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.