OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

DIY – Prýðisveggur

 

So havi eg enduliga fingið gjørt mær wc meira praktist og hugnaligt. Eitt av tí sum altíð manglar inni á einum wc er goymslupláss, sum bæði er praktist og pent!

Eg eigi so mega nógvar smykkur, serliga ringar og oyraringar – av tí at eg ofta haldi tað er so deilgt at hava tað soleiðis at eg síggji tað og sleppi frá at leita, var hettar ein loysn eg vildi hava.

 

 

Soleiðs gert tú : Eg havi brúkt eitt riunet/ stoypijarn, ið eg fekk keypt eftir mát frá Balslev – síðan pussaði eg tað sum fragast, soleiðis at ringasti rusturin fór av og hereftir lakkeraði eg tað. Fyri at verða erlig so brúkti eg bara tað lakkið, sum eg átti inni – haldi bestemt tað var egnað til træ, men tað riggaði fínt. Orsøkin til at eg valdi at lakkera tað, var soleiðis at tað ikki fer at rusta meira og smitta av.

 

John fekk tað geniala hugskotið at keypa 4 rør haldarar frá Svenn Krosstein, ið tilfeldigvís eru gull at hanga riuneti upp á veggin við – tað passaði perfect! Sí mynd longur nirri.

 

 

Til oyraringarnir havi eg hettar lekkra “Pair up board” frá ErlaPerla – fæst í fleiri ymsum litum og støddum, tú kanst keypa tað direkta av heimasíðuni hjá henni her : https://www.erlaperla.com/collections/pair-up-boards

 

Eg elski tað! Deiliga praktist, pent og smart. Eg eri eisini typan sum altíð missi ein oyralokk vekk, so tá eg havi teir hangandi í hesum pair up board’inum blívur ein so ikki vekk. + Tað sær pent út og eitt sindur sumum at eg havi stýr upp á alt ha ? hehe…

 

 

Hvør skuldi trúð at eitt rusta riunet, kundi brúkast til ein prýðisvegg?  Haldi nú eisini at tað hevur nógv at siga hvat tú hongur upp á veggin, eg havi pynta hann eitt sindur eisini við hangipotti, skeltum og so annars bara tí sum eg ætlaði at uppbevara á har. Smykkur, sólbrillur o.a er pent í sær sjálvum.

Elski eisini lítlu detaljuna við gull rørhaldarinum at hanga tað upp við.

 

 

Somuleiðis havi eg keypt nakrir lítlir krókar, sum á myndini til at hanga handklæði upp á veggin við + kurvar við honk, sum eg koyri make up bustirnar í og eitt sindur av sminku- uttan at tað sær órudduligt út.  So havi eg alt í einum, eg eri í øllum førum orduliga væl nøgd og kundi gott tonkt mær okkurt líknandi inni á kontórinum eisini einaferð í framtíðini.

 

Hvat halda tit ?

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.