OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

BÓT TIL BATA

Vit varpa ljós á bróstkrabba allan oktobur – minst til at kanna bróstini!

 

Soleiðis sigur krabbameinsfelagið á heimasíðu síni hendan mánaðan og tað taki eg 100 % undir við her á blogginum.

 

Tí segði eg sjálvandi JA tá eg bleiv spurd um at taka nakrar myndir og deila eitt innlegg um átakið og nýggja armbandið, sum føroyski sniðgevin Elsa Bech hevur sniðgivið. Smúkkan er hondgjørd av Elsu Bech saman við krabbakvinnum og kostar 249 kr – allur ágóðin frá smúkkuni fer til “Bót til Bata” bólkin hjá krabbameinsfelagnum.

 

Eg spurdi Elsu Bech, um hugskotið aftanfyri smúkkuna og greiður hon soleiðis frá:

Stóru perlurnar symbolisera 2 bróst, við vilja havi eg valt 2 ymiskar perlur, ein glitrar og hin er meira matt. Har ein sjálvur kann definera “kanska er tann matta perlan tad sjúka bróstið, har tann glitruta er nýggja bróstid ella umvent – ella er tann glitruta knúturin, ella perlurnar symbolisera 2 bróst, har bróstini eru ikki líka. Í veruleikanum eru eingin bróst líka. Ljósareyðu farvuna vildi eg hava, tí hon er eyðkennið fyri “Stuðlið bróstinum”, júst sum tann eyðkenda sloyfan er tað.

 

 

Tað eru einans 250 armbond framleidd í hesum føri, so tað er at skunda sær um tú vilt vera sikkur í at ogna tær eitt og samstundis stuðla einum góðum endamáli.

 

Skipað verður fyri eini kvøldsetu á Reinsarínum í Havn Hóskvøldið 5. oktobur frá kl 19.00 – 21.00.

 

Á skránni verður drekkamunnur og hugni umframt at ungar kvinnur, ið hava havt bróstkrabba siga frá síni uppliving við krabbameini.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Her vera armbondini eisini til sølu og fer síðani restin út í útvaldir handlar aftaná tiltakið. Annars fæst tað longu nú til keyps hjá elsabech í Smæruni í Havn.

 

Fylg annars við á facebook síðuni Ljósareyður Oktobur 

 

 

Sjálv haldi eg at hesi armbondini eru fantastiska flott og symbolisera nakað vit øll burdu verið meira varhug við.

 

Serliga at vit kvinnur mugu minnast til at kanna bróstini – eisini vit, sum eru ungar og halda okkum vera púra frískar.

 

Eftir at hava lisið nakrar av søgunum inni á facebook síðuni hjá : Mítt Krabbamein, fari eg so beint at kanna meg hendan mánaðin, hetta kunnu vit gera sjálvar heima – eg fari í næstum at leggja út hvussu vit kunnu gera hetta heima.

 

Nudlavirkið hevur staðið fyri design av pakkitilfari og Føroya Prent hevur stuðlað við prenti.

No Comments
Leave a Comment: