OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Blanda bomm fyri rest…

So var aftur fríggjakvøld, enduliga!! Hvat geri eg so eitt  vanligt fríggjakvøld ? Jú tað skal eg fortelja tær.

 

Tað er ringt veður, maðurin er í Hósvík og smíðar hjá foreldrinum, eg eri einsamøll heima við lítlu og havi sett meg væl til rættis á sofuni. Húsini eru ikki ein gongd ruddulig, men akkurát nú, leggi eg ikki so nógv í tað fyri at vera erlig. Hendan vikan hevur verið ein av teimun heilt hørðu og í kvøld ætli eg mær ikki at reisa meg upp aftur úr sofuni fyrr enn eg fari í song.

 

Eg havi verið í Magn og keypt mær blandabomm, tendra Grey’s Anatomy á Viaplay og sett meg við telduni samstundis. (Eg veit tað er hvørki sunt, rættur arbeiðsstillningur ella fornuftugt, men maðurin er ikki her beint nú at minna meg á tað hehe… ) Tí hóast tað er fríggjadagur, so havi eg ikki frí, eg eri jú sjálvstøðu vinnurekandi, eg havi aldrinn frí –  so um arbeiði skal gerast í kvøld, so verur tað also á sofuni meðan eg eti blanda bomm! Mítt kontór, mínar reglar 😉

 

Fyri meg er hettar eitt gott fríggjakvøld, júst sum eg vil hava tað <3

 

Hvussu sær tykkara fríggjakvøld út ?

 

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.