OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Advents kalendarin – Lúka nummar 1

So nærkast vit av álvara 1. sunnudag í advent og sjálvandi skulu tit fáa ein jólakalendara frá mær aftur í ár.

 

Tó má eg erliga viðganga at tað vera ikki 24 lúkur í mínum jólakalendara á blogginum í ár, men hinvegin havi eg heldur valt at hava 4 fastar lúkur við vinninum hvønn sunnudag í advent. Eg elski jól og alt, sum har tilhoyrir, serliga er tað fyri meg jólahugnin og at geva gávur, sum gevur gleði. Fyri meg er tað ikki altíð gávan í sær sjálvum, sum er tað stóra, men hinvegin heldur tankin og gleðin eg fái við at gleða onkran annan <3 Vónandi kann eg sleppa at gleða fleiri her á blogginum í desembur mánaða.

 

Vinningurin hesaferð er frá mær sjálvari og er ein Bambi plakat, sum tann á myndini í stødd 30×40 cm til tín og so sleppur tú at geva eina í part til tvey onnur, sum tú ert góð/ur við. 

 

Soleiðis er tú við í kappingini : 

 

  1. Dáma síðuna hjá Olafsdóttir á facebook 
  2. Tagga tvey á facebook, ið tú vilt deila vinningin við. 

 

(Um tú ikki hevur facebook, ert tú vælkomin at skriva sum viðmerking til hendan bloggin, hvønn tú vilt deila vinningin við) 

 

Vinnarin verður funnin Sunnukvøldið 3. desembur kl 21.00 <3

 

5 Comments
  • sesilia
    Reply
    November 29, 2017

    mamma og babba

  • Ester í lág
    Reply
    November 29, 2017

    eg hevði givi eina til mammu og eina til ommu

  • mikala maria nord olsen
    Reply
    November 29, 2017

    eg hevði givi gubba og lengabba

  • mikala maria nord olsen
    Reply
    November 29, 2017

    eg hevði givi gubba og lengabba vissi eg vann

  • Arna Clementsen
    Reply
    December 3, 2017

    Eg hevdi givi svanhildu og lailu um eg vann

Leave a Comment: