OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

Advents kalendarin – Lúka nummar 4

So er 4 og seinasta lúkan í ársins jólakalendara á blogginum klár. Temaði í ár hevur verið “Ein glaður gevari” og er hettar nakað, ið liggur mær nær at hjartanum. Jólagávur og gávur yvirhøvir, nýtast ikki at verða tað dýrasta, flottasta ella nýggjasta – ein gáva sum er givin við umsorgan og gleði er ein góð gáva. Her á blogginum havi eg valt at burturluta 3 gávur hvørja ferð og hesu ferð er einki undantak, ein til tín og ein til tvey onnur tú ynskir at gleða.

 

 

Vinningurin hesa ferð er aftur ein frá mær sjálvari og eru tað 3 gávukort áljóðandi 500 kr hvørt. 

 

 

Gávukortini kunnu nýtast bæði upp á plakatur ella myndatøku frá Olafsdóttir Photography .

 

Fyri at vera við í kappingini skalt tú gera fylgjandi :

 

1 . Dáma síðuna Olafsdóttir (@byolafsdottir) á Facebook 

2. Tagga tvey á Facebook, ið tú vilt deila vinningin við. 

 

Visti tú annars at plakatirnar hjá Olafsdóttir kunnu nú keypast føroysku webshoppini prull.fo, har tú kanst bíleggja beinleiðis til hurðina her í Føroyum ?

 

Plakatirnar annars kunnu fáast til keyps á hesum støðum: 

Atlantic Pane – Kollafjørður

Myndlist – Tórshavn

Flora – Klaksvík

Várperla – Runavík

 

Eisini havi eg pop up handil saman við FíL í Vágsbotni framm til jóla, sí meira kunnen her : https://www.facebook.com/filolafsdottir/

 

(Um tú ikki hevur facebook, ert tú vælkomin at skriva sum viðmerking til hendan bloggin, hvønn tú vilt deila vinningin við) 

 

Vinnarin verður funnin Sunnukvøldið 24. desembur kl 21.00 <3

 

Vinnarin seinast gjørdist Sarita G. Joensen, ið ynskti at deila vinningin við Vinny og  Lenu. Vinnarin hevur fingið beinleiðis boð. 

 

 

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.