OLAFSDOTTIR



Vælkomin til mín gerandisdag. Her kanst tú lesa um móta, íblástur til heimið, familjulív og aðrar gerandisgleðir <3

5 ára brúdleypsdagur

ENDULIGA fekk eg upp í lag at deila eitt sindur frá okkara 5 ára degi í summar – Jep, tit lesa rætt, vit hátíðarhildu okkara 5 ára brúdleypsdag! Hví ? Tjah… Hví ikki ? Vit elska at hava gestir, pynta okkum og ein av bestu vinkonunum, sum er fotograf var í Føroyum, so tað var upplagt. Men eisini tí, at vit eru av tí fatan at hettar absolutt var nakað at hátíðarhalda – Meira um hettar á blogginum hjá brudleyp.fo komandi mánadag.

 

Fyrst fáa tit eitt sneak peak og nakrar fantastiskar myndir frá  In Lace Photography  , sum eg forrestin eisini eri byrja at arbeiða fyri, so um tit vilja hava okkum sum tykkara brúdleypsfotograf næsta summar eru tit vælkomin at senda okkum fyrispurningar longu nú – tí hon hevur ætlanir at koma til Føroyar í 2018.

 

 

Sminku og hárupsetan gjørdi Hildigunn frá Cinderella Angel Exclusive Lifestyles. Eg var simpultenn so imponera og glað fyri úrslitið og má erliga viðganga at eg havi aldrinn følt meg so væl sum á okkara 5 ára degi – heldur ikki ein gongd á brúdleypsdegum. Føldi virkuliga at Hildigunn dugdi at sminka og seta hárið soleiðis at tað sá ómakaleyst og natúrliga vakurt út.

 

 

Køkuna hevur dugnaliga Bjørg Mohr gjørt!  Hava tit sæð vakrari brúðarkaku ??

Eg havi í øllum førum ikki.

 

Fleiri veistlumyndir, borðpynt og annað frá degnum, verður sum sagt at lesa á blogginum á brudleyp.fo komandi vikurnar.

No Comments

Sorry, the comment form is closed at this time.